Klaksvík:
Hetta vikuskiftið verður ein jólaframsýning og søla í Skálanum. Har fara 12 listafólk og handverkarar at selja hondgjørdar vørur. Stigtakararnir siga, at hetta er ein roynd at skapa størri umhvørvi rundan um handverk og list í Klaksvík.
? Vit hava tosað um at skipa fyri onkrum tílíkum tiltaki longi, og tá vit so vóru til Gluggaglæmu, sum Føroya Heimavirkisfelag skipar fyri, gav tað okkum eitt skump tann rætta vegin, greiðir Maria Mørkøre frá.
Á framsýningini verður mangt og hvat. Málningar, smykkur, prýðislutir, silvur og horn, tøvdir lutir, bundin pløgg og smíðaðir lutir.
Maria sigur, at tey vita tað ikki fyri vissu, men hon heldur, at virðingin fyri teimum handgjørdu lutunum ikki er so stór.
? Tað vísir seg í øllum førum ofta, at teir handgjørdu lutirnir fara fyri alt ov lítið, og tí hava vit roynt at stilla tað pent upp og harvið møguliga økja um virðingina fyri tí nógva arbeiðinum, sum liggur í at skapa lutirnar, sigur hon.
Útbyggja seinni
Maria og Guðrun vóna, at hetta kann fara at verða eitt afturvendandi tiltak, sum eisini kann mennast til nakað meira.
? Tað er ikki nakað serligt umhvørvi fyri handverk og list í Klaksvík, men kanska hetta kann vera ein byrjan. Onkunstaðni skal man í øllum førum byrja, heldur hon fyri.
Í jólaskálanum verður eisini ein café, har livandi tónleikur verður at hoyra tvær ferðir um dagin allar tríggjar dagarnar. Tónleikinum koma Randi Sivertsen, næmingar við Helgu Gerðalíð, Steinvør Fonn og Pætur við Keldu, Hanna Jensen og Kristian Hansen at standa fyri.
Sølan letur upp í dag klokkan 16 og er opin til klokkan 22. Tað verður hon eisini hinar báðar dagarnar í vikuskiftinum. Atgongumerki kosta 50 krónur fyri vaksin og 20 krónur fyri børn.