Jólashowið selur atongumerki

Atgongumerkjasølan til jólashowið við Thomas Eje, Lene Siel og Blake byrjaði í dag.

Í dag byrjaði atgongumerkjasølan til Jólashowið við donsku legenduni Thomas Eje, Lene Siel og ensku Blake, um verður í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið 18. desember.

 

Tey flestu kenna hann frá Linje 3 og Thomas Eje Show. ?Og ja, tað er eisini í hesum stíli, at Thomas Eje fer á pall í Høllini á Hálsi, har vit kunnu væntað undirhald í heimsflokki við monologum, sketchum, tónleikaframførslum við ymiskum instrumentum. Og sjálvandi fara Thomas Eje og Lene Siel at syngja eina duett ella báðar tvær, siga fyrireikarar millum annað á heimasíðuni hjá Fivestar.

 

Lene Siel er ein av teimum stóru donsku songkvinnunum og telist eisini millum mest seljandi kunstnarar í Danmark, bæði tá umræður fløgur og atgongumerkir til

konsertir. Jólakonsertir við Lene Siel er í donskum konsertsalum og kirkjum ein týðandi partur, tá tann serligi jólahugnin skal skapast.