Seinnu árini hevur Ítróttarhøllin á Kambsdali verður karmur um sokallaðar jólasølustevnur, har handlar sýna fram jólavørur og -gávuhugskot. Ein slík stevna verður aftur í ár, og hesaferð er tað Ítróttarfelag Fuglafjarðar, sum skipar fyri. Stevnan verður í døgunum 8.-10. desembur.
Jólasølustevnan ´2000, sum er heitið á stevnuni, er serliga ætla handlum og fyritøkum, sum selja vørur, sum hava okkurt tilknýtið til jólasøluna og
?høgtíðina, t.e. gávulutir, klæðir, leika, bøkur, el-lutir o.a.
Stevnan letur upp fríggjadagin kl. 17.00. Leygardagin letur stevnan upp kl. 14.00 og sunnudagin kl. 15.00. Stevnan letur aftur allar dagarnar kl. 22.00.
Leygar- og sunnudagin er undirhald á pallinum frá kl. 16.00, og hvønn tíma til kl. 21.00. Talan verður um fjølbroytt undirhald, bæði til børn og vaksin. Eisini eru mótasýningar leygar- og sunnudagin.
Seinastu tíðina hevur nógv verið tosa um ansingarpláss til børnini - kanska serliga nú uppundir kommunuvalið ? og tað agitera fyrireikararnir av Jólasølustevnuni 2000 eisini við. Teir báðar seinnu dagarnar, stevnan hevur opið, er nevnliga møguleiki hjá foreldrum at fáa børn síni ansaði í
Ítróttarhøllini. Inni í sjálvari høllini verður eitt serstakt øki til børnini at búleikast, meðan foreldrini ? í frið og náðum ? kunnu keypa jólagávurnar og -stási.
Seinasta freist at boða frá luttøku til Jólasølustevnuna 2000 er mánadagin 30. oktober 2000. Áhugaðir framsýnarar kunnu ringja á tel. 444053, 444267 ella 444174 fyri at frætta nærri um tiltakið.








