Eitt afturvendandi tiltak, nú tað styttist til jóla, er árliga jólasølan, ið Føroya Heimavirkisfelag skipar fyri. Í ár var 9.ferð, at tiltakið varð sett á skránna.
Hesaferð vóru umleið 50 fólk úr øllum landinum í Badmintonhøllini og sýndu fram og seldu sína heimagjørdu vøru. Áhugin fyri at sleppa at vera við var tó størri enn so, men pláss var ikki fyri fleiri.
Umleið 490 limir eru í Føroya Heimavirkisfelag kring landið, og seinnu árini eru eisini fleiri ung komin við í felagið.
- Tað tykist, sum um heimagjørt er vorðið modernað aftur, og vit fáa fleiri og fleiri ungfólk sum limir í felagið, sigur Jórun Vang, ið er virkin í Føroya Heimavirkisfelag.
Árliga tiltakið í Badmintonhøllini er fyrst og fremst ætlað sum ein møguleiki hjá fólki, ið fáast við tílíkt, at sleppa av við sína vøru, eins og endamálið er at skipa fyri tveimum hugnaligum døgum, har fólk kunnu koma saman.
Tað kostaði einki at koma inn til jólasøluna, ið var væl vitjað. Serliga sunnudagin var høllin full av fólki.
- Eg haldi, at fólk eru glað fyri hetta tiltakið, og hugna sær við at ganga millum borðini og hyggja at ymsu heimagjørdu vøruni, kanska fáa sær ein kafffimunn, og annars práta við fólk. So eingin ivi er um, at jólasølan eisini verður aftur á skránni næsta ár, sigur Jórun Vang.
Fyri Føroya Heimavirkisfelag skal tiltakið við jólasøluni einans hvíla í sær sjálvum, meðan luttakararnir fáa tað burturúr, ið tey megna at selja báðar dagarnar.