Sosialurin hevur sett seg í samband við fleiri handlar at vita, hvussu jólasølan í ár hevur eydnast, og allastaðnis verður boðað frá eini munandi øking.
Fólk eru bjartskygd
Flestallir føroyingar vitja ivaleyst sølumiðstøðina SMS undan jólum, og stjórin í SMS, Niels Mortensen, er stak væl nøgdur við jólasøluna í ár.
- Tað er munandi vøkstur í jólasøluni í ár í mun til í fjør, og vit merkja týðuligani, at fólk eru meiri bjartskygd um árið, ið liggur fyri framman, enn tey vóru undan jólum í fjør. Eg havi tosað við handlarnar her í húsinum, og teir siga allir tað sama. Sølan er nógv økt, og tað tykist sum um, at fólk hava meiri pengar millum hendurnar, sigur Niels Mortensen.
Stjórin í SMS sigur eisini, at kappingin, sum nú endiliga er komin millum peningastovnarnar, eisini kemur okkum tilgóðar. Niels Mortensen sigur, at leiðslan í SMS, eins og viðskiftafólkini, sær nógv ljósari upp á árið, ið liggur fyri framman, enn teir gjørdu um sama mundi í fjør.
Gingið ómetaliga væl
Eisini í Handilskjarnanum merkja tey ein stóran vøkstur í jólasøluni. Hans Waag, stjóri í Handilskjarnanum, sigur, at sølan hjá teimum í er munandi størri enn í fjør.
- Tað hevur gingið ómetaliga væl, og sølan er vaksin munandi. Vit komu inn í Handilskjarnan í november í fjør, so í veruleikan er jólasølan í ár tann fyrsta hjá okkum, tí í fjør var hon longu byrjað, tá ið vit komu til, sigur Hans Waag.
Stjórin í Handilskjarnanum sigur, at viðskiftafólkini byrjaðu rættuliga tíðliga í ár at keypa jólagávur, og tí hevði hann kanska væntað, at sølan nú beint undan jólum ikki var tann sama sum í fjør, men so er ikki.
- Tað vísir seg, at hóast fólk byrjaðu rættuliga tíðliga at keypa jólagávur í ár, so hevur sølan verið rættuliga støðug, sigur Hans Waag.