Jólasølan byrjar nú

Tummas Hanus Dam frá Damfar, ið eisini luttekur á Vørumessuni 99, heldur tað vera gott, at stig er tikið til slíka vørumessu, so kundarnir fáa vørur at síggja. Eisini síggja heilsølurnar, hvat onnur takast við. Hann ger vart við, at nú er síðsta útkall til jólasøluna

Dagfinn Olsen

Damfar var við á vørumessuni í fjør og er aftur í ár millum framsýnararnar.

Tummas Hanus Dam frá Damfar dámar væl, at kundarnir á henda hátt fáa møguleika at síggja vørurnar.E

Eisini sleppa nógv undan at fara av landinum.

Hann er ikki bangin fyri kappingini millum básarnar.

- At ætlanin er at hava kapping millum básarnar og at kjósa besta básin, er gott hugskot. Um einki verður gjørt er vandi fyri, at alt hevur hug at sovna. Er ein ávís kapping, so vil ein altíð royna at gera básin betri. Tá er eisini betri og stuttligari at vera kundi, heldur Tummas Hanus Dam.

Eisini Damfar er millum teirra, ið ger meira burturúr básinum í ár, í mun til í fjør.

Tummas Hanus Dam er samdur við teimum, ið halda, at kundin við slíkari stevnu fær eina heildarmynd av úrvalinum, ið er á marknaðinum.


Gløggir kundar

- Fleiri handlar, á bygd og í Havn, hava breitt úrval. Nú kunnu teir síggja alt á einum stað og keypa bíligari og betri. Ein eigur ikki at gloyma, at vit í dag hava sera gløggar kundar, ið duga at meta um. Ein heilsøla kann geva kundanum nógvar fyrimunir, um tað so ikki júst er at vera bíligari. Tað kann t.d. vera altíð at lata vøru til tíðina, góða tænastu og fríska vøru, um talan er um matvøru, sigur Tummas Hanus Dam.


Jólasølan byrjar

Tummas Hanus Dam vónar, at kundar koma á messuna og at handil fer fram.

- Sjálvsagt halda summi, at tað er n akað opið at standa og keypa og selja á slíkan hátt. og so síggja onnur eisini, at hasin og hasin er inni á básinum hjá júst hasum. Men møguleikin er eisini fyri, at kundin bert kunnar seg um vøruútboð og síðani fer heim. Vit kunnu síðani fara út at vitja og kanska tá er møguleiki fyri at keypa og selja. Men vit vóna, at keypt verður, tí í veruleikanum er hetta síðsta útkall til jólasøluna, sigur Tummas Hanus Dam.

Hann metir ikki, at hetta í veruleikanum er so tíðliga at byrja jólasøluna. Hóast enn bert er september, so er í tøkum tíma, tí jólavørur skulu heilsølurnar bíleggja.

- Vit bíleggja t.d. ein part úr Onglandi og tað tekur sína tíð. Men handlarnir vilja fegnir hava vøruna í november og so kann ein heldur spyrja, um tað ikki er tíðliga at byrja jólasøluna, heldur Tummas Hanus Dam, ið annars fegnast um at Vørumessan 99 er komin. Hann vónar, at handilsfólk møta upp, tí annars dettur tiltakið fyri bakka, og tað heldur hann hevði verið spell. Tummas Hanus Dam vónar, at tiltakið gerst árlig hending.