Jólasøla á Verkstaðnum á Brekku

Árliga jólasølan á Verkstaðnum á Brekku í Klaksvík hevur verið í dag frá kl. 10 – 16. Beinavegin dyrnar lótu upp, møtti hópatal av fólki.

Talan er um fleiri hundrað lutir av øllum handans slagi, sum tey gera á verkstaðnum at kalla alt árið.

Talan er um eitt stórt arbeiðspláss, sum við starvsfólkum og borgarum, ið hava sína dagligu gongd har, telur um 35 fólk.

##med2##

Tey fyrireika jólini at kalla alt árið, tó at tey gera so nógv ymiskt annað. Men eftir Sjómannadagin, er tað at kalla bert jólasølan, sum miðjað verður eftir.

Í sambandi við søluna, er eisini ein kaffé, har til ber at fáa ein góðan kaffimunn og heitar, nýbakaðar vaflur – og hetta fekk eisini tungubandið at loysna, so har var rættiliga hugnaligt og jólaligt.

##med3##

Mong vóru tey, sum fingu keypt sær eina henta jólagávu at geva onkran av vinfólkum sínum.

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

##ms##