Tað gerst meira og meira kent, at heimsvirkisfeløg skipa fyri sølum í ymsum sambandi, og nú vit nærkast hugnaligu jólatíðini, byrja eisini jólasølurnar.
Í Nólsoy hava fólkini í heimavirkisfelagnum skipað fyri jólasølu nú í fleiri ár, og eisini í ár verður traditiónin hildin viðlíka.
Tað eru fyrst og fremst luti úr ull, sum verða at síggja á jólasøluni, tað veri seg troyggjur, húgvur og onnur ullarpløgg, men eisini onnur handgjørd prýði verða við.
Jólasølan í ár verður sum nevnt sunnudagin, 25. november, frá klokkan 14 til 19.
Til ber sjávandi eisini at keypa te, kaffi og okkurt at bíta í eisini, meðan jólasølan fer fram.
Og um fólk ynskja at koma ein túr til Nólsoyar at vitja jólasøluna, so ber tað væl til. Ternan siglir av Havnini klokkan 13, og úr Nólsoy klokkan 19.25.