Tá skipað var fyri at fáa eina kunningarstovu úti í Nólsoy, lótust eisini upp møguleikarnir hjá kvinnum og monnum í Nólsoy at ganga saman um eitt heimavirki. Og tey trý árini, kunningarstovan hevur verið opin, hevur eisini verið skipað útsøla av hondgjørdum lutum úr ull, træ og øðrum.
Av tí at pláss ikki hevur verið fyri einari útsølu í hølunum hjá kunningarstovuni, hevur virkið leigað seg inn í gamla handilin hjá Edvardi Hansen, har eitt nú gamla skivan er varðveitt umframt hillar, skuffur og annað.
Men til eina jólasølu krevst meiri pláss, og tí fer hon fram í ungmannafelagshúsinum, hjá Royndini.
- Jólasølan verður nú sunnudagin, og byrjað verður klokkan 15. Umframt hondgjørdar lutir verður eisini møguleiki at keypa kaffi og rísalámande. Her verður eitt gott høvi at keypa jólagávuna, ella bara ein prýðislut ella brúkslut, hvat nú hugurin er til, siga fyrireikararnir, Una Hansen og Jana Holm.
Jólasølan verður bert opin sunnudagin og hon verður frá klokkan 15 til 20.