Jólasøla í Klaksvík

Árliga jólasølan hjá varda Verkstaðnum á Brekku í Klaksvík, verður nú leygardagin

Jólasøla

Eins og undanfarnu árini, verkstaðurin tað, sum framleitt gjøgnum árið. Ein stórur partur er jólaprýði, ella eitthvørt ið kann nýtast til jólagávur.
Í framleiðsluni er dentur lagdur á at framleiða vøru sum á ein ella annan hátt er forkunnug ella sermerkt.Eitt nú eru jóladekoratiónirnar gjørdar úr rekaviði, tara og sjógrasi. Eisini hava eru dekoratiónir, sum eru gjørdar úr hornum.
Hartil er í ár eitt nýtt slag av jólanissum, sum eru ætlaðar at standa uttanfyri við eini lykt við livandi ljósi í. Nissurnar fáast bæði sum pør og stakar, eru umleið 80 cm. høgar, trivaligar og tola tað føroyska vetrarveðrið.
Av øðrum, sum fæst til keyps, kunnu nevnast pakkakalendarar, dúkar undir jólatræið, jólapappírsklipp, jóladúkar. Og so eru tey væl umtóktu skeribrettini til skerpikjøt sjálvandi eisini at fáa.
Opið er frá 10-16, tá jólasølan er á skránni komandi leygardag.