Jólasøla hjá Føroya Heimavirkisfelag

Eins og seinastu mongu árini fer Føroya Heimavirkisfelag at hava sína árligu jólasølu. Í ár verður sølan hildin í Ítróttarhøllini á Hálsi komandi vikuskifti 24. og 25. november.

Fleiri enn 60 luttakarir verða og sýna fram, tað tey gjøgnum árið hava lagt úr hondum. Seinastu árini er vøruúrvalið vaksið í ymiskleika og dygd, og hevur vøran eisini fylgt rákinum í tíðini viðvíkjandi sniðgeving , tó við rót í tí gamla siðbundna handverkinum. At fáa er sostatt bæði siðbundi føroyskt, so sum pløgg til føroyska búnan, og annað virkað við nútíðar íblástri og tøkni. Harumframt er vøruúrvalið bæði til børn og vaksin, yngri sum eldri, og eisini er møguleiki at hugna sær við kaffi/the og einum góðum bita afturvið.


Jólasølan er opin soleiðis: Leygardagin 24. november frá kl. 10 – 19. Sunnudagin 25. november frá kl. 14 – 19.


Atgongumerkið kostar kr. 25,00 fyri vaksin, meðan fyri børn er tiltakið ókeypis. Samstundis er atgongumerkið lutaseðil um 3 gávukort á kr. 500,00 og 3 á kr. 300,00 úr handli felagsins Tina Mik í Niels Finsensgøtu 35 í Tórshavn.