Jólasøla í Handiklskjarnanum

Stóra árliga jólasølan hjá Føroya Heimavirkisfelag verður leygardagin og sunnudagin 26. og 27. november í Handilskjarnanum.

Í fleiri ár hevur Heimavirkisfelagið havt jólasøluna í høllini á Hálsi men í fjør var jólasølan í ymsum hølum í Tórsgøtu og í ár vera so hølini í Handilskjarnanum karmur um jólsøluna.

Tað eru limir úr øllum landinum sum fara at selja teirra heimavirkaðu vørur, og úrvalið er sera fjølbroytt og spennandi. Tað eru lutir úr horni, bundin og seymað pløgg, hárprýði, jólapynt, góðgæti, og mangt annað.

Eisini verður møguleiki at bukka beinini og fáa sær ein kaffimunn við onkrum góðum afturvið, so tað er lagamanni at vitja Handilskjarnan hesar dagarnar og keypa jólagávur.

Jólasølan er vanliga sera væl vitjað og allir seljararnir eru spentir at lata dyrnar upp fyri øllum sum velja at koma oman í Handilskjarnan 26. og 27. novembrr.

Leygardagin er opið kl. 10.00 til 19.00 og sunnudagin kl. 14.00 til 19.00.

Alt eru undir sama taki í ár og elevator er í húsinum so øll hava møguleika at koma og keypa alskyns vøru frá okkara dugnaligu og kreativu limum, sigur Føroya Heimavirkisfelag.