Í Sosialinum 17. november 1984 er ein samrøða við Per Højgaard á Sjómansheiminum í Havn um jólapakkarnar.
Per sigur m.a. í samrøðuni, at nú tíðin er komin, tá jólapakkarnir skulu sendast teimum føroysku sjómonnunum, heitir hann á tey, sum ætla sær at geva jólapakkar, um at koma við teimum so skjótt sum til ber, tí annars fáa sjómenninir teir ikki til jólar.
Seinasta ár fingu 110 skip umleið 1500 jólapakkar. Per vónar at pakkarnir verða eins nógvir í ár. Tað eru sjómanskvinnuringarnir og einstaklingar kring landið, sum koma við pakkunum. Hesar kvinnurnar gera eitt stórt arbeiði við at tøta og virka til okkara sjófólk, sigur Per Højgaard við Sosialin.










