At teir eru stillførir merkir hinvegin ikki, at allar hesar kvinnurnar ikki hava fleiri hjartamál. Eitt av hesum er at skapa hugna og gleði umborð á føroyskum skipum, nú tað nærkast til stóru kristnu høgtíðina, jólunum.
Tá tær eru saman til fundir sínar verður handaligt arbeiði tikið fram, og við kviku hondunum evna tær lutir, sum síðani verða sendir umborð á føroysku skipini.
Arbeiðið verður samskipað við sjómanstrúboðarin hjá Heimamissiónini, umvegis sjómansheimini og út til tey ymisku skipini.
Tíðliga verður til brots við jólapakkunum, tí nógv av føroysku skipunum sigla í fremmandum sjógvi ella leggja leiðina fram við føroyskari havn um hetta mundið, og koma tí ikki aftur hendavegin fyri jól.
Teir mongu sjómanskvinnuringarnir kring landið lýsa í hesum døgum við at jólapakkarnir verða savnaðir saman og síðani sendir til víðari avgreiðslu.
Hvørt einasta ár verða sostatt savnaðir eitt sera stórt tal av jólapakkum saman. Tað týdningarmesta við gávunum er ikki beinleiðis støddin, men at tað er eitt missiónshjarta sum bankar aftanfyri hvønn einasta pakka.
Tí verður bæði vónað og biðið eftir, at sjófólk okkara fáa eini gleðilig jól, óansæð í hvørjum havi tey eru stødd.