Jólaoratorium J. S.Bachs

í Gøtu Kirkju og í Norðurlandahúsinum seinasta vikuskiftið

 

Ólavur Hátún



Kring allan heim hava stórfingnar tónleikaframførslur verið í sambandi við, at í ár eru 250 ár liðin, síðan tónaskaldið Johann Sebastian Bach andaðist. Eisini her í Føroyum hava slíkar merkiskonsertir verið, og seinasta vikuskiftið var høvi til at hoyra tað tónaverkið, sum um hetta mundið man vera á skránni hjá flestøllum framkom-num kirkju- og oratorii-kórum víða hvar: Jólaoratoriið hjá J.S.Bach.

Tað var Havnarkórið, sum saman við føroyskum og íslendskum solistum og við tónleikarum úr Føroyum, Íslandi og Danmark framførdi hetta megnarverk leygardagin í Gøtu Kirkju og sunnudagin í Norðurlandahúsinum. Dirigentur var Jón Stefánsson, ivaleyst fremsti Bach-tulkari í Íslandi í dag, sum eisini føroysk kórfólk kenna væl frá kórstevnum her og kórvitjanum hendavegin.

Tað kann tykjast løgið, at ein, sum sjálvur var við í framførsluni, fer at umtala konsertina aftaná; men tá nú blaðstjórin á Sosialinum vísir okkum tann áhuga, at hann biður um viðmerkingar, skal eg ikki bera meg undan.

Tað var í 1734, at Bach setti sær fyri at skriva oratoriir til ársins stóru kirkjuhátíðir. Av hesum ber Jólaoratoriið av í sínum stórlæti og við sínum fagnaðardámi. Millum tónaskøld man J.S. Bach vera ein tann fjøllbroyttasti, sum megnaði at skapa dygdartónleik á øllum tátíðar tónaøkjum, tað veri sær kirkjuligt ella verðsligt, og í sínum skapanarvirki bæði fylgdi slóðaðum gøtum og vísti vegin langt fram í tíðina.

Júst fyri nevnda tíðarbil hevði hann skrivað og framført fleiri stásisligar kantatur til ymisk hátíðarhøvi heima hjá kurfýrstanum í Sachsen, eins og hann eisini hevði skrivað slíkan heiðurstónleik eitt nú til kongshúsið í Póllandi. Hesi avrik komu eisini at seta dám á hansara kirkjuligu tónleikaskapan, og ikki minst í tí at taka úrvald brot burtur úr áður skrivaðum tónleiki og fella tey inn í nýskrivaðan tónleik sýndi Bach sítt meistarliga kynstur. Men yvir øllum, sum Bach, hin fimti evangelisturin sum hann verður nevndur, festi á blað, hvíldi merkisorðingin ?soli Deo gloria?, ?Harranum eina heiðurin?, og tað var tí ongin andsøgn í tí, at hann soleiðis burtur úr verðsligum fagnaðartónleiki førdi partar yvir í tónaverk, sum bóru móti tí himmalska.

Jólaoratoriið er ikki eitt heildarverk so sum t.d. Mattheuspassiónin ella H-moll Messan, men er sett saman av seks kantatum at framføra fyrsta, annan og triðja jóladag, sunnudagin millum jól og nýggjár, nýggjársdag og trettandadag, sum í gamlar dagar var halgidagur.

Oratoriiteksturin er jólaevangeliið, og rein og einfald ljóða hesi bíbliuorð gjøgnum alt verkið. Men støðugt skiftir tónabúnin alt eftir innihaldinum. Máttmiklir eru tuttisatsirnir við ljómandi kórsangi og fullsettum orkestri, har ikki minst trompetirnar og slagverkið seta dám á, tá ið nýføddi kongssonurin verður fagnaður. Varliga stuðlar continuospælið - cello og cembalo - upp undir frásøgnina hjá evangelistinum, blídliga rura helst strúkarar Jesusbarnið í blund, floytur og oboir fylgja hirðunum á markini, og bæði inniliga og fulltónandi fylgir kirkjuliðið við í frásøgnini um jólaundrið fyri nú júst 2000 árum síðan og tekur trúarjáttandi til orða í koralun-um, sálmaørindunum, innímillum.

Upprunaliga framførsluætlanin við einari kantatu framførdari í sambandi við gudstænastuna áðurnevndu seks halgidagar verður mangastaðni hildin enn, eitt nú í Langholtskirkju í Reykjavík, har Jón Stefánsson er kantor; men meira vanligt er í einari konsertframførslu at halda seg til teir tríggjar jóladagspartarnar og so kanska at skoyta uppí onkran satsin úr seinni kantatum, so sum tað eisini varð gjørt hesaferð.

Biðin um viðmerkingar kann eg, nú eg ikki sjálvur hevði leiðandi leiklut, geva mína sannføring til kennar, at vit hava alla orsøk til at vera glað um og nøgd við framførslurnar seinasta vikuskiftið. Gleðiligt var tað at kunna staðfesta, at Elsa Súsanna Dalsgaard støðugt mennist sum professionellur sangara. Berghild Poulsen, sum so hugtakandi greiddi sín romantiska solopart í Brahms Requiem seinasta summar, vísti til fulnar, at hon eins væl megnar at finna seg til rættis í barokka tónaheiminum hjá J.S. Bach, og í glæmum sluppu vit aftur at hoyra bjørtu og klokkureinu sopranrøddina hjá Sannu í Brekkunum. Fjálg og mergjað var bassrøddin hjá BergÞóri Pálsson, og tenorurin Þorbjörn Rúnarsson var so framúrskarandi, at honum munnu standa allar dyr opnar sum evangelistur í oratoriiframførslum bæði burturi og heima. Væl hevði Jón eftir hesum fáu venjingum fingið samansjóðað orkestrið við tónleikarum so ymsastaðni frá. Uttan at vilja taka nakað frá nøkrum í hesum góða tónleikarabólki loyvi eg mær serliga at nevna konsertmeistaran Sámal Petersen og 1. trompetistin Ken Jones.

Jón Stefánsson er ímyndin av einum kór- og orkesturleiðara, tá ið hann er bestur. Hann er sannførandi í sínari tónleikafatan, er greiður og dynamiskur í sínari leiðslu, og haraftrat er hann so vinsælur í sínari arbeiðsframferð. Undir hansara hondum royndist Havnarkórið sum rættiligt oratoriikór, ið saman við solistum, tónleikarum og dirigenti gjørdi hesar framførslur so ríkandi fyri bæði fremjandi og lurtandi, at tú kundi ynskt, at enn fleiri høvdu fingið lut í hesari tónleikauppliving. Ein sjónvarpsupptøka í teirri glæsiligu og føgru Gøtu Kirkju hevði uttan iva frøtt manga mannasál úti um landið um jólini, og hvørjum líkist tað, at útvarpið ikki setir upptøkutólini í gongd, tá slíkt tiltak fer av bakkastokki í grannahúsinum í Sortudíki?