Oljuting
Heitið hesaferð er »Leikluturin hjá oljuvinnuni á framtíðar orkumarknaðinum«
Olav Fjell, fyrrverandi forstjóri hjá Statoil, hugleiðir um leiklutin hjá oljuvinnuni á framtíðar alheims orkumarknaðinum. M.a. fer hann at koma inn á týdningin av olju í mun til alternativar orkukeldur.
Nevndin í Oljutinginum er sera fegin um at kunna bjóða limunum í Oljutinginum møguleikan at hoyra ein persón við royndunum hjá Olav Fjell røða um framtíðar leiklutin hjá olju.
Olav Fjell hevur drúgvar royndir innan vinnu- og bankavirksemi, og hevur í longri tíð verið ein av týdningarmestu persónunum innan norskt vinnulív. Størvini ið hann hevur havt eru:
?2003- Stjóri í First Securities, íløgubanki. Starvið fevnir m.a. um høvuðsábyrgdina av at menna sambondini og tænasturnar hjá felagnum mótvegis tí almenna og teim størstu norðurlendsku feløgunum innan strategiska og fíggjarliga ráðgeving.
?1999-2003 Forstjóri í Statoil. Í hesum tíðarskeiði menti Statoil seg nógv og víðkaði um virksemið útum Noreg (m.a. Kaspiska havinum, Norður- og Vesturafrika og Venezuela). Umleið 40% av teimum uml. 19.000 starvsfólkunum arbeiða nú uttanfyri Noreg. Somuleiðis varð partur av Statoil einskildur í hesum tíðarskeiði.
?1995-1999 Stjóri í Postbanken, 4. størsti banki í Noregi
?1987-1995 Leiðandi størv í Bergen Bank og Den Norske Bank
?1975-1987 Fíggjarstjóri í Kongsberg Våpenfabrikk
Olav Fjell er 53 ára gamal, hevur útbúgving innan búskap frá ?Norwegian School of Economics and Business Administration? í Bergen.









