Jólanissur, einglar, djór og matrósar í Sjónleikarhúsinum

Í allan desember mánaða verður leikhúsjól í sjónleikarahúsinum Í nakrar vikur hevur Sjónleikaraskúlin hjá Hedvig Westerlund-Kapnas og Barbaru Christophersen verið í gongd við fyrireikingarnar til Leikhúsjól.

Nú vit fara inn í desember mánað, er Sjónleikarhúsið komið í veruligan jólahýr. Her eru nissur og einglar, og eisini djór og matrósar. Piparnøtur standa á borðinum, og jólatónleikur hoyrist um alt húsið. Vit eru øll sera spent til jóla!

Uttan at avdúka ov nógv kunnu vit siga frá, at Leikhúsjól í ár fer at sýna onkran gamlan kendan klassikara, og at tað eisini verða nýggir gestir at hitta á pallinum ? úr djóraheiminum. Harumframt fara vit at síggja ein leik úr einum landi, har man ikki heldur jól. So tey, sum koma at hyggja eftir Leikhúsjólum í ár, kunnu vænta sær eina fjølbroytta og spennandi skrá við nógvum sangum og tónleiki - Bendar Spónir spæla Live!Við í Leikhúsjólum í ár eru ikki færri enn 43 leikarar, sum allir gleða seg at fara á pallin í Sjónleikarhúsinum at spæla sjónleik, tónleik og at syngja fyri Føroya fólki.

Frumframførsla av Leikhúsjólum 2007 verður hósdagin 6. desember og spælt verður til og við 20 desember. Atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Havn, og tey kosta 60 krónur.