Allar jólanissur eru ikki líka fittar. Í gjárkvøldið breyt ein jólanissa inn í eini hús í Stavanger og hótti fólk í húsinum við knívi Ein 26 ára gamal fullur maður, sum hevði latið seg í sum jólanissa, trongdi seg um 21.30-tíðina í gjárkvøldið upp á eina familju í Stavanger.
Hann byrjaði við at róta runt í bilhúsinum hjá familjuni og trongdi seg síðan inn í heimið, har hann hótti tey, ið inni vóru, við knívi.
Tað eydnaðist onkrum í húsinum at boðsenda løgregluni, sum løtu seinni var á staðnum og handtók jólanissuna inni í húsunum.
26 ára gamli maðurin situr nú í geglinum hjá løgregluni í Stavanger, har hann noyðist at svara fyri sínar gerðir.
Tað er Aftonbladet, sum ber hesi tíðindi.










