Jólamerkini komin

   

Síðani tað varð stovnað í 1976 hevur Postverk Føroya givið føroysk jólamerki út. Eitt gott tiltak sum er við til at geva jólapostinum ein serligan hugnaligan dám. Jólini eru jú hátíðin, ið gevur okkum eitt gott høvi til at senda familju og vinum heilsanir. Ein jólaheilsan prýdd við einum vøkrum jólamerki hevur ein serligan hugna við sær, sum tey flestu taka til sín og gleðast um. Jólini eru eisini tíðin, tá ið tey flestu av okkum eru í gávuhýri. Hjá vaksnum er tað sjálvandi børnini, hugsað verður um í sambandi við jólini. Nakað av hesum hevur uttan iva eisini ligið aftan fyri hugsanina hjá teimum, ið tóku stig til at stovna Jólamerkjagrunnin at umsita peningin sum sølan av jólamerkjunum gav á hvørjum ári. Jólamerkjagrunnurin varð stovnaður við almennari kunngerð 5. desember 1979 og heldur sostatt 10 ára føðingardagin í jólamánaðinum í ár.

Í ár er tað Edward Fuglø, listamaður, sum hevur teknað jólamerkini. Tey vísa ymiskar jólagávur í Føroyum upp gjøgnum 20. øld.