Jólamerki á posthúsunum

Nú eru jólamerkini og aðrar jólavørur at finna á posthúsunum kring landið Jólamerkini í ár ímynda einglar, sum Astrid Andreasen hevur klipt. Einglarnir eru 30 í tali og eru teir allir ymiskir. Avlopið av jólamerkjasøluni fer óskert til jólamerkjagrunnin, sum ger eitt stórt arbeiði fyri børn og ung í Føroyum. Einglarnir prýða somuleiðis ársins jólakort.

Postverkið er farið undir eina røð av jólaprýði. Myndevnið er ársins jólamerki, og eru fimm av einglunum gjørdir til jólaprýði, ið eru úr messingi og lagt við 24 karat gulli. Einglarnir eru umleið 8 cm til støddar, og liggja í eskjum.

Ársmappan og árbókin við øllum ársins frímerkjum eru eisini at finna á posthúsunum kring landið.