Kunningarstovan skipar fyri ymsum tiltøkum í Miðbýnum, nú jólini eru í hondum. Longu í gjár vitjaðu jólamenn, eins og hornblástur var at hoyra.
Jólamaðurin vitjar í gøtunum í Miðbýnum og eisini jólahúsið stendur í býnum, nevniliga í Grasagarði. Og har heldur jólamaðurin til og longu í nátt hevur hann sovið har, um alt gekk honum eftir vild. Hetta ætlar jólamaðurin eisini at gera næstu dagarnar.
Í dag koma jólamenninir í býin klokkan 17. Fríggjadagin koma teir klokkan 16, leygardag klokkan 15 og sunnudagin klokkan 16. Teir fara at spáka í gøtunum í Miðbýnum og heilsa uppá stór og smá. Og óivað verður hugnaligt at fáa eitt prát og kanska okkurt gott frá jólamonnunum.
Hugnaligt er í Miðbýnum hesa tíðina og minst 3 tónleikatiltøk eru hvønn dagin í gøtunum í Havn. Verður hugt í skránna fram til jóla, so sæst, at Ung úr Evangeliihúsinum syngja, GHM spælir, Havnar Hornorkestur spælir, Frelsunarherurin spælir, Jassarnir spæla og Tórshavnar Ungdómshornorkestur spælir. Eisini syngur Cantabile, eins og børn og ung úr Ebenezer.
Á rossabaki
Fríggjadagin 21. desember koma jólamenn á rossabaki á Kongabrúnna í Havn klokkan 16. Teir fara at vitja í smáu gøtunum har á leið, men teir far eisini víðari og fara at vitja sera víða um í býnum.
Fjølment
Dagarnir undan jólum eru í Miðbýnum merktir av vitjan av jólamonnum og eini góðari blanding av hornblástri og sangi.
Nógv fólk vitja Miðbýin og longu nú sæst fjøld av fólki vitja gøturnar, eisini útisetar, ið vitja heima, sigur Ingigerð á Trøðni, leiðari á Kunningarstovuni.
Fólk vitja Miðbýin fyri at síggja og hoyra og uppliva huglagið, stemmningin, og fyri at hitta jólamenn og onnur góð fólk, ið ein kanska ikki sær so ofta.
Eisini hugnaligu ljósini, sum Býráðið hevur sett upp, seta dám á og geva Havnini serstakan jóladám.









