Fyrr komu jólamenninir í reyðum klæðum og við síðum og hvítum skeggi oman úr fjøllunum við posa á baki. Í køldu fjøllunum hava teir hildið til síðan seinastu jól. Og aftur í ár hava teir stákast við jólapakkar til øll børn í Føroyum - og eisini til børnini í Eysturoy og Norðurstreymoy.
Sum tíðirnar eru broyttar, og minni kavi legst í Føroyum um veturin, hava jólamenninir í Eysturoy og Norðurstreymoy seinastu árini gjørt av at seta sletuna. Nú eru teir farnir at koyra í bili, sum øll onnur. Hetta er so nógv lættari, og nú kunnu teir eisini fara runt alt økið, hóast eingin kavi er.
Leygardagin 3. desember fara jólamenninir soleiðis at vitja børnini í øllum kommunum í Eysturoy og leygardagin 10. desember vitja teir børnini í Norðurstreymoy. Teir koma í vøkru reyðu bilum sínum við onkrum jólagóða.
Jólamenninir hava heitt á kunningarstovurnar í Eysturoy um at siga frá, nær teir eru í ymsu bygdunum.
Jólabilur 1: Strendur kl. 11, Skála kl. 11.15 og Oyrarbakki kl. 11.45, Eiði kl. 12.15, Gjógv kl. 13.00, Funningur kl. 13.15, Runavík kl. 14.30 og Toftir kl. 15.30
Jólabilur 2: Funningsfjørður kl. 12.00, Oyndarfjørður kl. 12.45, Hellurnar kl. 13.15, Gøta kl. 14.00, Leirvík kl. 14.30 og Fuglafjørður kl. 15.00.
Jólabilur 3: Hósvík kl. 13.00, Hvalvík kl. 13.30, Haldarsvík kl. 14.30, Tjørnuvík kl. 15.00.