Tá vit settu okkum í samband við teir til tess at finna útav, hvør orsøkin er til løgna málarabúnan, søgdu teir m.a. “Nú hevur tað verið tosað so nógv um, at veðurlagið broytist. Vit vilja við hesum vísa á, at veðurlagið er ikki tað sama, sum tað hevur verið. Boðskapurin hjá okkum er, at vit skulu øll virka fyri, at útlátið verður minkað, sigur Poli. Sum málarar merkja vit væl broytingarnar í veðurlagnum. Bara tað at vit kunnu byrja at mála hesa ársins tíð, sigur alt. Vit byrjaðu at mála longu í februar í ár, og tað er eisini óvanliga tíðliga” sigur Poli.
Eg plagi ikki at luttaka í almenna kjakinum, men eg vil fegin fáa ein boðskap fram í hesum førinum, sigur Poli, sum viðgongur, at fólk, sum hava koyrt framvið, hava hugt sera nógv eftir teimum.
Jólabúnin verður tó ikki fasti málarabúnin hjá teimum báðum.