Jólamenn lupu á kongsvakt

Tveir menn, sum høvdu latið seg í sum jólamenn, lupu tíðliga í morgun á ein av vaktarmonnunum uttan fyri kongsborgina í Stockholm og tóku byrsuna hjá honum við sær. Hinir vaktarmenninir skundaðu sær at hjálpa starvsfelaganum og at fáa aftur á teimum báðum álopsmonnunum, men teir sluppu til rýmingar. Løgreglan sigur, at jólamenninir flýddu í einum bili, sum stóð nærhendis kongsborgini.

Talsmaðurin hjá løgregluni í Stockholm sigur við fronsku tíðindastovuna AFP, at álopið var eftir øllum at døma væl fyrireikað.