Í dag - 23. desember klokkan 18 - kemur jólaskipið til Sands.
Meðan bíðað verður eftir jólamonnunum á bryggjuni, verður lurtað eftir jólatónleiki, samstundis sum borðrreitt verður við heitum kaka inni á flakavirkinum.
- Tá jólaskipið hevur lagt til bryggju, og jólamenninir eru komnir í land, koyrir brandbilurin jólamennirnar norður á Ljósafløtt, har dansað verður um jólatræið, og børnini fáa pakka.
Á Sandi siga tey, at møguleiki eisini verður at koyra í bussi úr Støðni og heim á Ljósafløtt, um onkur ynskir tað. Á ovaru hædd á Bókasavninum verða holukøkur, gløggur, kaffi og annað gott at fáa.