Leygardagin klokkan 16 skipa Vága Ríðingafelag og Føroya Sparikassi fyri stórum jólatiltaki niðri við Flúgvarabedingina við Sørvágsvatn. Í nøkur ár er jólaskip komið til Sørvágs, men í ár verður stóra jólatiltakið við Flúgvarabedingina.
Jólamenninir búgva úti í Oyrum, og Bassi fer at sigla teir við túrbátinum, Lakeside, norð á Flúgvarabedingina. Eisini koma jólamenn ríðandi á hestbaki. Børnini fáa jólapakka, fýrverk verður at síggja, og í tjaldinum eru kaffi, te, saft og jólabollar at fáa.
Sum vera man, er sangur eisini á skránni. Børn fara at syngja, og Holgar fer at syngja jólaløg eins og løg av nýútkomnu jólafløguni.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.









