Hvønn desember mánað í fleiri ár hava jólamenn vitjað ymiskar bygdir í Eysturoy í sløkkiliðsbilum. Tað eru kunningarstovurnar á Eysturoy, sum skipa fyri hesum tiltaki, ið er sera væl umtókt millum børn og vaksin.
Aftur í ár - og hesaferð verður tað í morgin, leygardagin - at jólamenn fara at koyra í Eysturoy og spæla tónleik, og sjálvandi fara teir at hava okkurt gott við til børnini.
Kunningarstovurnar í Eysturoy siga, at koyrt verður í tveimum bilum, jólabili 1 og jólabili 2, sum teir verða róptir.
Jólabilur 1 steðgar í Funningi klokkan 12.45, á Skála 13.30, á Toftum 15.00 og í Runavík klokkan 16. Jólabilur 2 steðgar í Funningsfirði klokkan 12.45, í Oyndarfirði 13.30, á Hellunum 14, á Kambsdali 15 og í Fuglafirði klokkan 15.30.