Jólamatur kring heimin

Soleiðis eta onnur fólk á jólum

Um okkara leiðir eru vit mest von við dunnu, gás ella kanska ræstan fisk á jólum. Aðrastaðni í heimi eta tey kortini onnur ting, og summi teirra kunnu fyri okkum tykjast heilt undarlig.

 

Vit hava hugt eftir, hvat onnur fólk runt í heimi eta á jólum.

 

Japan

Í Japan er tað vorðin siðvenja at eta høsnarunga um jólini, og serliga høsnarunga frá KFC - Kentucky Fried Chicken.

Kentucky Fried Chicken fór miðskeiðis í 70'unum undir at marknaðarføra høsnarunga sum jólamat í Japan, og lýsingarátakið virkaði so væl, at nú næstan 50 ár seinni eru jólini tíðin, har KFC selir mest í Japan. Av somu orsøk eru japanskar familjur noyddur at bíleggja KFC høsnarunga fleiri vikur frammanundan, soleiðis at tey kunnu vera vís í at fáa høsnarunga til jóla.

 

Portugal

Umframt tosk og epli, eta portugisar eisini kaku á jólum. Í høvuðsheitum eru tvey sløg at velja ímillum; Bolo Rei, ið er jólakaka við frukt og nøtum, og Bolo Rainha, sum er uttan frukt. Haruframt verður eisini etið filhos, ið er steikt deiggj við sugur og kanel.

 

Nýsæland

Í desember mánaði er summar í Nýsælandi, og av somu orsøk er eisini upplagt at fara út í góða veðrið at gera sær jólamat.

Jólamaturin í sjálvum sær er nakað ymiskur. Summi eta fisk og rækjur, meðan onnur onnur velja sær kjøt til matna. Tað er kortini sera vanligt, at maturin verður gjørdur á grillini.

 

Filipsoyggjar

Jólahøgtíðin á Filipsoyggjum telist millum tær longstu í heiminum, og summi byrja at halda jól longu í september.

Eftir midnáttarmessu jólaaftan er vanligt at filipsbúgvar eta lechón, ið er smágrísur á spjóti. Ikki er óvanligt at síggja queso de bola - ostabollar - ella várrullur á jólum heldur.