Jólamarknaður umborð á Norrönu

Týsdagin og mikudagin í næstu verður skipað fyri einum hugnaligum jólamarknaði umborð á Norrönu, meðan hon liggur við bryggju í Havn. Her verður ymiskt at fáa til keyps, eins og kokkurin umborð fer at borðreiða við eini serstakari matskrá til tey vitjandi.

Nógvur tónleikur verður umborð, gyklari fer at vitja og børnini fáa andlit síni málað. Hetta er fyrstu ferð at skipað verður fyri slíkum jólamarknaði umborð, men óhugsandi er ikki at hetta fer at endurtaka seg.

Tað er ókeypis atgongd.