Jólamaðurin sigur seg vera kallkyn

Tað sigur Magni Joensen í aftursvar til grein fyrr í dag á in.fo

Magni Joensen hevur gjørt nógv burturúr fyri at líkjast Jólamanninum so nógv sum gjørligt, hann hevur latið hárvøksturin vaksa teir seinastu mánaðirnir, fyri síðan at farva allan hárvøkstur hvítan. 

Magni Joensen starvast sum Jólamaður, tankin at gerast jólamaður byrjaði sum skemt saman við vinmanni hansara Janus Gunnarson. 

 

 

Magni Joensen er Jólamaður fulla tíð í desembur, hetta sigur hann av tí orsøk, at tá man hevur litað alt hárið hvítt er tað trupult at víkja undan leiklutinum sum Jólamaður. Hann býr í sama húsið sum systirsynirnir, teir eru seks og 10 ára gamlir, og mátti Magni Joensen greiða teimum frá at hann var farin í læru sum Jólamaður. 

 

 

Magni Joensen svaraði aftur til greinina, sum lá á in.fo fyrr í dag, at tann sanni Jólamaðurin er kallkyn. Sí myndina omanfyri. 

Greinin kann lesast her