Jólagávurnar gerast dýrari og dýrari, vísir samanbering av kanningum, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Sosialin í ár og í fjør.
30 prosent brúka millum 3000 og 5000 krónur í ár, meðan tað talið var 21 prosent í fjør. 27 prosent brúka meira enn 5000 krónur, samanborið við 22 prosent í fjør.
Samstundis vísir kanningin, at tað framvegis er at kalla øll, sum halda jólini saman við sínari familju. Summi eru saman við vinfólkum, onnur hava ikki tikið støðu, meðan tey eru nøkur, sum fara at ferðast á jólum.










