Í gjar lat jólamarknaðurin á Vaglinum dyrnar upp. Vaglið er prýtt við ljósketum og blómuleinkjum, og smátturnar lokka við anganum av kryddaðum gløggi og brendum mandlum. Føroyskar rávørur, eitt nú skerpikjøt, rullupylsa og blóðpylsa, eru pakkaðar til viðskiftafólkini, og somuleiðis er súllið pussað til føroysku klæðini.
Møguleiki verður fyri at keypa eitt nú nógv gott til jóladøgurðan, finna jólagávuna til tann, tú ert góð/ur við, ella bara at ganga ein túr millum smátturnar og njóta góða huglagið á Vaglinum.
Pappírsklipp, jólakort og garvað seyðaskinn. Alt hetta og nógv afturat verður til sølu á Jólamarknaðinum í vikuskiftinum.
Millum klokkan 17 og 19 í kvøld verður livandi tónleikur við Halli Joensen og øðrum.
Sunnudagin klokkan 15 vitjar jólamaðurin, og drillunissan fer eisini at undirhalda børnini við stuttligum skemtileiki.











