Prentsmiðjan Estra var í røttum jólahýri í farnu viku, tá ið nýggi jólakalendarin hjá Sosialinum varð prentaður har.
Prensmiðjurnar plaga at byrja jólaresið fyrr enn vit onnur, tí tær hava nógv tilfar at prenta, sum skal verða liðugt, áðrenn desember mánaði er byrjaður. Soleiðis er eisini á Estra, har tey hava pyntað eitt sindur til jólini, so at tað ikki bert verða langir og gráir dagar, men eisini stuttligt og hugnaligt at arbeiða undan jólum.
Tann væl umtókti jólakalendarin hjá Sosalinum verður prentaður í heili 21.000 eintøkum, og hann verður sendur í hvørt hús í landinum.
- Hetta er ein stuttlig uppgáva at prenta. Jólakalendarin er sera snøggur, og mær dámar sera væl teir myrku og hugnaligu litirnar í húsunum hjá Trøllunum, sigur Jónreid Dalheim, sum er prentari á Estra.
Ingun Hansen, sum er sølukvinna á Estra, sigur, at prentsmiðjan hevur nógv at gera undan jólum.
- Vit hava nógvar trúfasta kundar, sum brúka okkum ár eftir ár, og tað er hugaligt at vita, at fólk eru nøgd við okkara tænastu og prent og koma aftur á hvørjum ári, sigur hon.
Hóast prentsmiðjan liggur í Syðrugøtu, so eru tað ikki bert fólk og fyritøkur har um leiðir, sum brúka Estra. Nógvir kundar úr Havnini og úr Klaksvík venda sær til prentsmiðjuna, og millum teir føstu kundarnar eru eisini nógvir úr teimum báðum størstu býunum í landinum.