Jólalív í Gongini

Fyrr í tíðini var Gongin í Havn høvuðsgøtan í landinum. Nú undan jólum er aftur lívligur jólahugni báðumegin lítlu smoguna, við sølum, framsýningum og drekkamunni

Framúr góðu skapandi evnini hjá føroyskum kvinnum koma ongantíð so væl til sjóndar, sum júst uppundir jól, og fleiri jólasølur við fínum heimagjørdum lutum eru í Miðbýnum í Havn um dagarnar. Eitt nú í tveimum av aldargomlu húsunum í Gongini: Baianstovu og í Áarstovu, har konur selja heimagjørdar lutir og listahandverk.


Handarbeiði í Baianstovu

Í Baianstovu finna vit sjey skapandi sprund: Elisabet Pike við málningum og glaslist, Guðrið Poulsen við keramikk, Elin Lindenskov við glasi, jólapynti, sápum og umskapaðum lutum, Rosa Birgitta Dahl Christiansen við glaslist, jólapynt og smykkum, Fía Lindenskov við jólapynti, Hanna L. Joensen við onkrum góðum til góman og Olevina Joensen við heimagjørdum súltutoyi. Eitt serligt, sum fæst til keyps eru jólaljósini úr føroyskari seyðatálg, sum Elin Lindenskov hevur gjørt. Ljósini brenna vakurt úti í vetrarmyrkrinum, til dømis í kirkjugarðinum. Sølan í Baianstovu er opin frá kl. 14 til til handlarnir lata aftur.


Jólasøla í Áarstovu

Síðsta vikuskiftið hevði Sirikit Jacobsen fernisering við málningum í Áarstovu, sum Beinta Jacobsen hevur keypt, fyri at fáa eitt sindur meira av lívi í miðbýin. Nú uppundir jól er eisini ymiskt at fáa til keyps í Áarstovu, so sum hondgjørdir lutir, smýkkur, steinar og jólapynt. Tað eru tær báðar Charlotta á Váli Olsen og Óluvá Hermansen, sum standa fyri hugnaligu jólasøluni í Áarstovu, har eisini ber til at fáa ein heitan drekkamunn við onkrum góðum undir tunguna. Onkrir dagar verður onkur lítil framførsla í Áarstovu, sum er opin seinnapartarnar, hetta til jóla.