Jólakyndilin ? ein nýggj stakfløga frá Hera Nolsøe

Í gjár kom út ársins fysta jólafløga ? ein stakfløga við heitinum ?Jólakyndilin?. Tað er Heri Nolsøe í Havn, sum hevur yrkt og komponerað sangin, sum Eivør Pálsdóttir syngur. Heri gevur út fløguna á egnum forlag, Tónar Hann hevur annars seinastu nógvu árini arbeitt saman við Karl Martin Samuelsen og Jóhannus á Rógvu, men tað samstarvið við HeJoKa, heldur tó fram. Heri Nolsøe sigur, at tað er skapanartrongdin, sum hevur elvt honum til at gera hesa fløguna. Hann nevndi hugskotið fyri Eivør, sum beinan vegin var til dystin fús. Fløgan er spæld inn í Kris-stuff studio. Produserað hevur Jákup Zachariassen. Gunnar Guttesen hevur arrangerað og spælt klaver, keyboard og strúkiinstrument. Jákup Zachariassen hevur spælt guitar og kór, meðan Kristoffur Mørkøre hevur ljóðblandað.