Jólakonsertir í Sunda kommunu

Hesa tíðina fram ímóti jólum er vanligt, at einstaklingar og familjur fara til ymiskar hugnaløtur og konsertir, har jólini verða sungin inn. Sangarar í

Sundakórinum eru eisini spent til jóla og gera seg kláran at halda tvær jólakonsertir.

Á konsertunum fer kórið at framføra bæði kendar og minni kendar jólasangir. Okkurt

jólalag fer ivaleyst at koma óvart á.

Til ber at hoyra Sundakórið í Haldórsvíkar kirkju mánakvøldið 10. desember klokkan

20 og í Tjørnuvíkar kirkju týskvøldið 11. desember klokkan 20.

Kórið sá dagsins ljós í 2003 og hevði sína fyrstu konsert hetta árið. Undirtøkan var

so mikið góð tá, at avrátt var at halda fram við Sundakórinum.

Síðani tá, hevur kórið sungið eitt ótal av sangum, og kórið hevur framført nógvar konsertir í Sunda

kommunu. Fleiri av sangarunum hava verið við í kórinum frá byrjan og kunnu komandi ár halda 10 árs jubileum saman við Sundakórinum.

Sundakórið telur umleið 20 sangarar og kórleiðarin er Hans Olivur Joensen.