Í dag verða jólakonsertir í Gøtu kirkju og Vesturkirkjuni við kórunum Eystanljóð og Tórshavnar Mannskóri. Eivør Pállsdóttir verður solistur, og tónleikarar hava fylgispæl Hetta er aðru ferð at Eystanljóð og Tórshavnar Mannskór hava felags jólakonsertir.
Teir 25 sangararnir í Eystanljóð verða stjórnaðir av Petur Martin Johannesen, meðan fløguaktuella Tórshavnar Mannskór við sínum 40 sangarum verður stjórnað av Bjarna Restorff.
Konsertirnar verða í Gøtu kirkju kl. 16 og í Vesturkirkjuni kl. 20.