Aftur í ár verður vælumtókta jólakonsertin hjá Føroya Symfoni Orkestri í Ítróttarhøllini í Runavík.
Fyri mong er hetta konsertin, ið veruliga setir gongd á jólahýrin. Tónarnir eru lættir og altíð er okkurt skemtiligt at hoyra ella síggja. Eisini er hugaligt at síggja so nógvar ungar tónleikara spæla við í orkestrinum.
Á skránni verður hugnaligur jólatónleikur, 150 børn fara at syngja, og øll sleppa at syngja saman við stóra symfoniorkestrinum.
Konsertin verður í Ítróttarhøllini í Runavík leygardagin 6. desember kl. 16.
Atgongumerkir á 75 kr. fáast til keyps á Kunningarstovunum í Runavík, Klaksvík, Tórshavn og í Norðurlandahúsinum.