Jólakonsert við Siloa við eldri og nýggjum sangum

Aftur í ár bjóðar Siloakórið øllum til jólakonsert í Fuglafirði.

Konsertin verður í Siloa klokkan 20 sunnukvøldið, og har fer Siloakórið at syngja kendar, eldri jólasangir, men tey syngja eisini nýggjari sangir, ið hava sín uppruna í kórinum sjálvum.

Sungið verður bæði a-capella og saman við orgli og orkestri.

Victoria á Lakjuni úr Klaksvík verður eisini við á konsertini í Fuglafirði sunnukvøldið, har felagssangur eisini er á skránni. Og aftaná konsertina hava tey ein drekkamunn.