Jólakonsert við Kata

Í kvøld klokkan 19.30 hevur sangbólkurin Kata konsert í Vesturkirkjuni í Havn.

Sangbólkurin KATA hevur gjørt tað sítt eyðkenni at syngja fólkasangir úr Eystureuropa, serliga Bulgaria.

 

Bulgarskur fólkatónleikur er heimskendur fyri sítt serstaka ljóð. Við skeivum takt-artum, tøttum samljómum og við einari hvassari og ótilgjørdari raddarfyrimynd, skapar hesin tónleikur eitt heilt serstakt og øðrvísi ljóðunivers.

 

Sangarinnurnar eru Unn Paturson, Eyð Berghamar Jacobsen, Anna Maria Olsen og Katrina Petersen. Allar eru tær virknar sum solistar í ymiskum høpum og hava nógvar royndir innan kórheimin. Rógvi á Rógvu verður við á djembe.

 

Konsertin er ókeypis, men tað er møguligt hjá fólki at lata kórinum eina gávu í forkirkjuni.