Nú sunnudagin 16. desember kl 16.00 verður Vesturkirkjan karmur um jólakonsertina, sum er á hvørjum ári undan jólum.
Havnakórið undir leiðslu av Ólavi Hátún fer at syngja sangir, sum hoyra jólunum til. Harumframt fer kórið eisini at syngja brot úr endanum av Messias. Føstu gestirnir á jólakonsertum í Vesturkirkjuni, Havnar Hornorkestur undir leiðslu av Ova Olsen og G.H.M. Harmoniorkestur undir leiðslu av Martini Mouritsen verða eisini við í ár. G.H.M. fer m.a. at framføra Christmas Rejoicing. Úr skránni hjá Hornorkestrinum kan m.a. nevnast: White Christmas av Irving Berlin. Eisini verður soloframførsla við Jóhannes Andreasen, sum fer at framføra tónleik eftir J.S. Bach á flyglinum í kirkjuni.










