Stórur gravgangur var eftir at fáa hendur á atgongumerkjum til eyka konsertina av Jól við Løkin, tá atgongumerkir vórðu sett til sølu klokkan 18 í kvøld.
Tað gingið nevniliga bara 57 sekund til øll atgongumerkini til eykakonsertina 10. desember vórðu útseld. Tað verður upplýst á facebook-síðuni hjá Løkshøll, ið skipar fyri konsertini.
Til bar at keypa atgongumerki á netinum, men fimtan fólk høvdu eisini leitað sær oman í kunningarstovuna í Runavík at keypa atgongumerki, men einans trý av teimum uppmøttu fingu hendur á atgongumerkjum.
Frammanundan eru longu tvær jólkakonsert útseldar. Tey omanfyri 600 atgongumerkini blivu øll seld eftir umleið ein tíma. Hetta er fjórða árið á rað, at skipað verður fyri Jól við Løkin.










