Jólakonsert í Ósaskúlanum

Tað eru nógvar konsertir kring landi ið savna inn pening til »Í Menniskjum Góður Tokki«. Eisini í Klaksvík verður ein slík stuðulskonsert. Hendan verður hildin í Ósaskúlanum, mikukvøldið klokkan 19. tann 14. desember.

Ætlanin er at hettar skal vera eitt hugnaligt kvøld í Klaksvík, har fólk kunna njóta jólastemningin og eisini stuðla Í menniskjum góður tokki, ið hava brúg fyri øllum tí stuðli tey kunnu fáa.

Tónleikarir ið fara at framføra vera: Steintór Rasmussen, Ingibjørg Hansen & Rani Nolsøe, Kristina Bærendsen, Asta Højgaard, Alvilda Mørkøre, Hans Andrias Jacobsen.

Jógvan Skorðheim sigur nøkur orð viðvíkjandi Í Menniskjum Góður Tokki sum umboð fyri Klaksvíkar Kommunu. Eisini kemur eitt umboð fyri Í Menniskjum Góður Tokki og sigur nøkur orð um felagskapin.

Fyriskipað konsertina hevur 19 ára gamli Rói Clementsen.

- Eg havi valt at skipa eina stuðulskonsert fyri Í Menniskjum góður tokki, tí eg haldi tað er eitt so fantastiska flott konsept. Vit hava brúk fyri at hjálpa hvørjum øðrum, og tað kunna vit øll gera við hesu konsert, sigur Rói Clementsen.