Aftur í ár fer Bátasavnið í Leirvík at vera karmur um eina jólakonsert við fjólspælarnum Moniku Stauss Joensen (á violin) og Birgitte Schnakenburg á flygul.
Tónleikaløtan verður sunnudagin klokkan 16.
Bæði Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg hava drúgvar royndir innan tónleik. Tær báðar byrjaðu at framføra regluliga saman í 2008.
Seinastu fýra árini hava tær havt nógvar konsertir runt um í Føroyum. Síðani 2010 hava tær á hvørjum ári havt konsertir á Summartónum , har tær
m.a. frumframførdu verk eftir føroyskum tónasmiðum sum Leif Hansen, Kristian Blak, Atla K. Petersen og Paula í Sandagerði.
Í 2009 útgóvu Moniks og Birgitte fløguna Klassiskar tónleikaperlur og í ár kom út framhald av fyrstu fløguni Klassiskar tónleikarperlur 2.
Í januar 2013 eru Monika og Birgitte bodnar á konsertferð til Tucson í Arizona.
Á skránni sunnudagin verða løg eftir m.a. Boccerini, Grieg, Dvorak, Schubert og endað verður við nøkrum kendum føroyskum jólasálmum.










