Felagkórið Gøta/Leirvík hevur síðan í oktober vant undir leiðslu av unga havnarmanninum Herfinni Árnafjall.
Kórið hevur í ár verðið munandi betur mannað, enn tað hevur verið seinastu árini, m.a. hevur undirsjóvartunnilin gjørt tað møguligt hjá fólki úr Klaksvík at vera við og eisini hevur kórið fingið nakrar ungar kórsangarar við – flest gentur, enn manglar at fáa ungar menn at syngja. Við í kórinum er umleið 35 fólk.
Á skránni á jólakonsertini vera bæði siðbundnir og meira modernaðir jólasangir, ið verða framførdir við klaverfylgispæli, gittari, og bassi. Tveir ungir gittarsnillingar, brøðurnir Alvi og Óðin Joensen, fara eisini at spæla tvey løg á gittari og tvørfloytutrioin Trýfljóð, mannað við Olgu Skorastein, Jonnu Sjúrðaberg og Anju Andreassen, fer at spæla nøkur løg.
Árliga jólakonsertin hjá Felagskórinum er fyri mong vorðin ein fastur og týðandi partur av tí at gera seg til reiðar til jólini og koma í jólahýr, og Felagskórið lovar at gera sítt besta til at løtan verður hugnaliga og góð og ynskir øllum vælkomnum á konsert.