Jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju

Í annaðkvøld ? sunnukvøldið ? verður jólakonsert í Fuglafjarðar kirkju.

 

Við á konsertini verður hornorkestrið, sangkórið og gentukórið. Størsti parturin av skránni eru jólaløg.

Johan Hentze fer at spæla solo, og somuleiðis hevur hesin ungi tónlistamaðurin lagt til rættis eitt tónleikastykki fyri hornorkestur.

Kenneth Mcleod leiðir hornorkestrið, og Frits Johannesen leiðir kórini.

Ragnar Petersen spælir undir á urgu.