Ein jólakonsert verður í mentanarhøllini á Eiði í dag kl. 17.
Eitt jólaorkestur, sum er samansett av næmingum hjá Nes sóknar musikskúla og Norðurljómi, fer at spæla jólatónleik í mentanarhøllini á Eiði.
Eisini verða aðrar framførslur á skránni.
Tey, sum stjórna og skipa fyri eru Súsanna Joensen, Christina Andersen, Anki Hansen, Jóhan Hentze, Rúni Mouritsen og Oddur Hentze.










