Jólakonsert í Bátasavninum í Leirvík

Aftur í ár verður Bátasavnið í Leirvík karmur um eina jólakonsert við fiólspælaranum Moniku Stauss Joensen og Birgitte Schnakenburg á flygul. Konsertin verður í annaðkvøld - leygarkvøldið hin 18. desember - klokkan 19.30.

Bæði Monika og Birgitte hava drúgvar royndir innan tónleik og hava tær spælt saman í trý ár.

Hin fyrsta konsertin, har tær báðar spældu saman, var á jólum í 2008, og tá spældu tær eisini í Bátasavninum.

Konsertin í 2008 var samstundis fyrsta tiltak við nýggja flyglinum, ið savnið tá hevði keypt. Síðani hesa konsertina hava Monika og Birgitte spælt fleiri konsertir kring um í landinum.

Á Summartónum í ár mannaðu tær eina trio saman við Ken Jones, har tær millum annað frumframførdu løg hjá Atla Petersen og Kristiani Blak, sum vóru skrivað til høvið.

Til jólar í fjør góðu tær eina fløgu út, ið er ein savnan av klassiskum tónleikaperlum, sum tær neva fløguna.

Á skránni í annaðkvøld verða løg eftir Mozart, Schubert, Dvorak, Weber, Bartok og Gade.

Leirvíkar Bátasavn hjá Osmund Justinusen  er eitt rættiligt mentanarsavn, har fleiri og fleiri tiltøk verða hildin, og fólk dáma væl at koma.

At sita millum gomlu leirvíksbátarnar og lurta eftir tónleiki, samstundis sum tú hyggur at vøkrum málningum hjá eitt nú Sámali Toftanes er ein serstakur hugni og gevur mongum eina ógloymandi løtu.

Eftir konsertina í annaðkvøld verður kaffi og okkurt aftur við, eins og møguleiki er at njóta hugnaliga og serstaka umhvørvið í Bátasavninum.

Atgongumerki á 80 krónur fáast við dyrnar. Børn og næmingar hava ókeypis atgongd.

i