Ein feit fartelefon er høvuðsvinningurin í jólakappingini, sum verður á Pink í dag. Seksualundirvísing í fólkaskúlanum verður eisini á skránni Fyrsti tímin í Pink í dag fer at snúgva seg um, hvørt seksualundirvísing skal vera partur av føroyska fólkaskúlanum. Tosað verður her við tríggjar næmingar í Tórshavnar Kommunuskúlanum og við Bjørghild Djurhuus, heilsusjúkrasystir.
Í seinna tímanum verður ein feit jólakapping á skránni. Her kunnu lurtarar ringja inn og syngja eitt jólalag. Besti sangarin vinnur eina spildurnýggja Sony Ericsson W580i frá Føroya Tele. Nummar tvey og trý vinna hvør sítt gávukort á 300 kr. til Hvonn.
Terji Rasmussen verður í útvarpsstovuni, og er tað hann, sum ger av, hvør er besti sangarin ella sangarinnan.
Pink fer í luftina nú klokkan 15.