- Vit seta ikki spurning við, at sjúklingar hava upplivað støðuna, sum tey greiða frá, og vit taka ónøgdina hjá starvsfólkunum til eftirtektar. Men jólini vóru ein toppur, og vanliga gongur væl at geva tað røkt, sum vit ynskja, staðfestir Marin Vang.
Á jólum vóru tvær deildir afturlatnar, tí avgjørt var, at starvsfólk skuldu fáa møguleika at fáa nakað av tí nógvu frítíð, sum tey eiga til góðar.
- Tá vit funnu út av, at akuttu sjúklingarnir vóru fleiri, enn vit høvdu væntað, avgjørdu vit at stytta um tíðina, sum deildin var stongd, greiðir Marin Vang frá. B7 læt tí upp aftur um millum jól og nýggjár í staðin fyri 10. januar sum ætlað.
- Planleggingin kiksaði, og hetta var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir, sigur hon.
Leiðslan hevur eftir harðligu mótmælini havt fund við álitisfólkini, har tey lurtaðu eftir ynskjum og atfinningum og lovaðu at kanna møguleikarnar fyr at ganga ynskjunum á møti. Álitisfólkini fingu lyfti um svar í næstu viku.
- Eitt av ynskinum er hægri løn fyri eykavaktir, men hetta kundu vit sjálvandi ikki lovað beinanvegin, tí í roynd og veru er tað ein samráðingarspurningur, sigur Marin Vang.
Hon greiðir eisini frá, at leiðslan eisini ætlar at kanna møguleikarnar at fáa eina betri og meira objektivan hátt at meta røktartyngdina eftir. Harumframt væntar hon, at støðan eisini fer at gerast betri, tá umbygda deildin letur upp aftur. Í dag liggja røktarsjúklingar í vánaligu barakkini, men hesir verða allir fluttir innan stutta tíð, og ætlanin er, at barakkin, har tað bæði lekur og gjýsur, skal latast aftur.
Mangla stýrisamboð
Tá trýstið á Landssjúkrahúsið er stórt hava tey møguleika at kalla eyka manning inn, og tey brúka eisini Klaksvíkar og Suðuroyðar Sjúkrahús sum avlastning. Men tað tekur tíð at fáa fólk til arbeiðis, tí soleiðis er sáttmálin. Og einasti alternativi møguleikin eru starvsfólk frá dýrum vikarstovum.
- Vit hava lagt uppskot inn til Almanna- og Heilsumálaráðið um at stovna eina innanhýsis vikarstovu, soleiðis at vit lættari kunnu økja um starvsfólkatalið, tá røktartyngdin økist meira enn vit hava føst fólk til, sigur Marin Vang.
Ein annar faktorur, sum skerjir stýrismøguleikarnir hjá leiðsluni, er, at starvsfólk eru sett á deildum og ikki á Landssjúkrahúsinum sum heild.
- Vit hava júst flutt nakrar tungar røktarsjúklingar av einari deild í aðra, men vit hava ikki møguleika at flyta røktarstarvsfólkini, tí tey hoyra til deildina, greiðir Marin Vang frá.
Fáir heilsurøktarar
Um fáar vikur fær fyrsti heilsurøktarklassin úr Heilsuskúlanum prógv, og tískil økist talið av heilsurøktarum í landinum. Jóhanna á Køtlum vónar at føroyska heilsuverkið er búgvið at gera brúk av hesum starvsbólki og geva teimum nóg góðar arbeiðsumstøður. Á somatisku deildunum á Landssjúkrahúsinum eru fáir heilsurøktarar, men Marin Vang, røktarstjóri, sigur, at tað kann væl vera, at fleiri heilsurøktarar verða settir í framtíðini.
Hóast Almanna- og Heilsurøktarfelagið einans hevur nakrar heilt fáar limir á deildunum, har støðan var so kaotisk á jólum, so valdi felagið at fara alment út og finnast at støðuni.
Jóhanna á Køtlum heldur tað vera sera týdningarmikið, at røktararbeiðið verður uppraðfest, og at fleiri pengar verða settir av til hetta øki.
- Men tað er týdningarmikið, at pengar verða oyramerktir til røktina, so teir ikki fara til ymiskt annað, sigur Jóhanna á Køtlum. Hon heldur tað annars vera sera løgið, at røktin ikki verður raðfest hægri, tí tey allar flestu av okkum fáa fyrr ella seinni brúk fyri røkt.